Líkindini at spæla steypafinalu á Tórsvølli hóskvøldið vóru av teimum bestu. Sólin var frammi, og teir okkurt um 150 áskoðararnar til dystin sóu favorittarnar úr HB vinna ein tryggan sigur.
Ein ordans avbrennari
Ikki óvæntað var tað havnarliðið, ið hevði tað mesta av spælinum frá fyrsta bríksli av, meðan Skála hinvegin lúrdu upp á nøkur skjótálop. Dysturin var heldur ikki serliga gamal, tá ið HB fekk sín fyrsta veruliga málmøguleika, og tann møguleikin er neyvan sæddur størri í Føroyum. Miðvallarin, Rókur av Fløtum Jespersen, slapp inn um verjuna hjá Skála, men í fyrsu atløgu bjargaði Heini Kristiansen í málinum hjá Skála, men Rókur fekk bóltin við sær aftur og framvið málverjanum. Tó megnaði Rókur, staddur einar 5 sentimetrar frá málstrikuni mitt fyri at skjóta bóltin í einum boga út um stongina - heilt ótrúligt!
Skáladreingirnir vóru ógvuliga sjáldsamir gestir í HB-brotsteiginum, men hinvegin dugdu tær væl at forða fyri, at HB fekk spælt seg til vandamiklar støður fyri steðgin. Men tá ið ein hálvur tími var leiktur, bragdaði endiliga hjá teimum reyðu og svørtu. Eitt hornaspark úr høgru síðu var sent inn í brotsteigin hjá Skála, men verjan fekk sparkað bóltin út frá, men beint uttan fyri brotsteigin stóð HB-miðvallarmotorurin, Emil Nolsøe Leifsson, og hann langaði bóltin upp í málhornið, og so var 1-0. Havnarliðið helt áfram við at trýsta á Skála-málið, men ikki fyrr enn beint fyri hálvleik, fingu teir økt um leiðsluna. Innskifti Kristian Mouritsen snýtti tveir verjuleikarar hjá Skála heilt afturi við baklinjuna í høgra borði, og úr einum spískum vinkli sendi hann bóltin í mál til 2-0. Eitt sera gott mál.
Eingin ivi um sigurin
Í seinna hálvleiki helt HB fram við ágangandi spælinum hjá sær. Heini Kristiansen í málinum hjá Skála hevði úr at gera allan dystin, og hann kom væl frá sínari uppgávu, hóast ein einkultur kiksari var, tá ið seinni hálvleikur var nærum tíggju minuttir gamal. Tá kiksaði Heini eitt málspark, sum rakti beint á Kristian hjá HB, sum slapp at renna einsamallur ímóti Skála-málinum, og tá ið Heini kom út ímóti honum, legði Kristian upp á tvørs til ein púra leysan Páll M. Joensen, ið bara skuldi seta innarsíðuna á, og so var 3-0. Skálamenn høvdu ikki meira enn sett spælið í gongd aftur, so var aftur galið. Bólturin bleiv spældur inn í brotsteigin hjá Skála, har skálamenn fingu sparka burtur, men beint uttan fyri brotsteigin stóð Rókur hjá HB, og hann skeyt eitt gott skot, sum endaði í meskunum aftan fyri Heina í málinum hjá Skála, og nú var 4-0 til HB.
Hóast teir reyðu og svørtu høvdu skift nógv út á liðnum gjøgnum dystin, tóktist hetta ikki at ávirka spælið hjá teimum, og teir hildu á við at trýsta Skála. Onkrar einstakar ferðir royndi Skála at sláa kontra, tá ið verjuleikararnir hjá HB høvdu hug at leita framvið og kanska eisini kom á máltalvuna, men tað vóru tó ongantíð av álvara boð eftir málverjunum báðum hjá HB.
Hinvegin vóru ofta boð eftir málverjanum hjá Skála, og tá ið eitt korter var leikt av seinna hálvleiki, noyddist hann at yvirgeva seg fyri fimtu ferð í dystinum. HB spældi seg væl ígjøgnum verjuna hjá Skála, so at tríggir mans gjørdust leysir, og tað endaði við at Páll M. Joensen kundu seta síðsta fótin á, áðrenn 5-0 leiðslan var veruleiki.
Síðsta málið í dystinum fekk HB, tá ið seinni hálvleikur var okkurt um hálvrunnin. Tað kom eftir, at Kristian Mouritsen bleiv spældur leysur í vinstru síðu, og hann sendi framvið Heina í Skála-málinum til endaliga úrslitið 6-0 til HB á Skála í steypafinaluni hjá unglingum.
Breidd og bóltførleiki á muni
Sum úrslitið eisini sigur, so var stórur munur á liðunum báðum í finaluni. Sjálvsagt er stórur munur á leikaratilfeingi í HB og Skála, og tað sást eisini aftur. Havnarliðið hevði sera stóra breidd, og tað sást millum annað við, at hóast nógv var skift út, so tóktist liðið ongantíð vikna av hesum. Skála hevur eisini fleiri góðar og evnaríkar leikarar, men tað tóktist sum um, at tað hvíldi stór ábyrgd á nøkrum fáum herðum.
Á vinnandi liðnum vóru nógvir leikarar, ið allatíðina bjóðaðu seg til, og sum vóru førir fyri at skapa nakað sjálvir. Bóltførleikin og tryggleikin var eyðsýndur, og allatíðina var roynt at spæla seg niðan eftir vøllinum heldur enn bara at sparka langar bóltar. Skáladreingir royndu eisini at skapa okkurt fram eftir vøllinum, men alt ov ofta var bóltførleikin ikki nóg góður, og havnarmenninir vunnu bóltin av teimum.
Út frá tí avriki, sum liðini sýndu á Tórsvølli hóskvøldið, kann bert staðfestast, at framtíðin hjá HB sær sera góð út, tí teir hava eitt einastandandi gott ungingalið, ið telur fleiri leikarar, so sum Rókur Jespersen, Rasmus Nolsøe, Eli Thorsteinsson, Emil Leifsson og Páll M. Joensen, sum eru við í myndini hjá besta liði felagsins. At fleiri av hinum leikarunum á liðnum eisini fara at mynda 1. deildarliðið í framtíðini, man lítið verða at ivast í.
Skála hevur tó eisini nógv gott fólk á sínum unglingaliði, og havandi í huga at Skála er eitt av smærru fótbóltsfeløgunum í landinum, er tað undrunarvert, at teir hava eitt so mikið gott unglingalið, ið megnar at spæla seg í steypafinaluna, har teir tó blivu ov stuttir.
Thomas Dam Steypið
Finala
HB-Skála 6-0(2-0)
1-0 Emil Nolsøe Leifsson
2-0 Kristian Mouritsen
3-0 Páll M. Joensen
4-0 Rókur av Fløtum Jespersen
5-0 Páll M. Joensen
6-0 Kristian Mouritsen