Klassamunur í Sarpugerði

Við einum sannførandi 3-0 sigri á Víkingi, halda sundalagsmenn lív í FM vónini. Sum úrslitið gevur ábendingar um, so var klassamunur á liðunum, har EB/Streymur reelt avgjørdi dystin fyri steðgin. Úrslitið hevur við sær at sundalagsmenn nú eru harðasti kappingarneyti hjá HB á fyrsta plássinum, meðan Víkingur nú má hugsa um at halda fast í fjórða plássinum, sum gevur evropiska luttøku.

Talan var um ein dyst, har nógv stóð uppá spæl hjá báðum liðunum, men tað vóru gestirnir úr Sundalagnum, sum vóru klárt betra liðið, og vunnu ein sannførandi 3-0 sigur á Víkingi.
Sigurin hevur við sær at sundalagsmenn nú eru á øðrum plássi í stigatalvuni, og eru harvið størsta hóttanin ímóti HB á fyrsta plássi, og sambært venjaranum hjá EB/Streymi, so spæla teir fyri sínum kjansi.
-Tað einasta vit kunnu gera, er at hugsa um okkara dystir. Vit kunnu ikki avgerða FM-heitið sjálvir, og tí er alneyðugt hjá okkum ikki at fokusera uppá hini liðini, men halda fokus á okkara avrik. So má tað bera ella bresta, segði ein vælnøgdur Heðin Askham eftir dystin.
“Kollektivur offday”
Meðan Sundalagsmenn fegnast um sigurin, so hevur Víkingur nógv at rættað uppá innan næsta dyst. Avrikið hjá Víkingi var als ikki nøktandi, um teir skulu varðveita týdningarmikla fjórða plássið, sum gevur evropiska luttøku.
Áður so trygga Víkinga verjan var ikki til at kenna aftur, og gjørdu vertirnir alt ov nógvar feilir i verjustøðum, meðan tað manglaði hugflog og ferð í álopspartinum. Stutt sagt, so var einki veiggj í felagsliðnum úr Gøtu og Leirvík, sum hevði ein “kollektivan offday”
Avgjørdu fyri steðgin
Eftir eina varliga byrjan frá báðum liðunum, so vóru tað gestirnir úr Sundalagnum, sum tóku alsamt meira yvir. Við góðum trýstspæli megnaðu grammu gestirnir at seta heldur ótryggu Víkinga verjuna undir trýst.
Ágangandi stílurin hjá EB/Streymi var eisini grungarlagið undir fyrsta málinum, har Pauli G. Hansen var fyrstur á einum returi frá málverjanum, meðan verjan hjá Víkingi ikki kláraði at fylgja við. Løtu seinri var aftur galið hjá vertunum, tá Gudmund Nielsen hegnisliga smekkaði bóltin í kassan til 2-0, eftir gott uppspæl
Fram móti hálvleiksteðginum kundi Sorin Anghel økti til 3-0, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Tí Víkingur hevði einki víst, meðan sundalagsmenn vóru skarpir, og kundu havt skorað enn fleiri mál fyri steðgin.
Í seinra hálvleiki royndi Víkingur at leggja trýst á gestirnar, og komu fram til eini tveir líkinda kjansir, sum tó blivu misnýttir. Av tí sama køvdist vónin hjá vertunum sum minuttirnir gingu, og sundalagsmenn vunnu ein sannførandi 3-0 sigur.