Týðandi toppdystur hevur verið í Hvonn-deildini í høllini í Vestmanna í kvøld, har VÍF fekk vitjan av Neistanum. Bæði VÍF og Neistin eru væl við í stríðnum um at vinna sær sæti í FM-finalunum, og undan dystinum í kvøld var Neistin á øðrum plássi einans eitt stig frammanfyri VÍF.
Neistin kom betur frá byrjan og kom skjótt á odda 9-5. VÍF kom fyri seg sum hálvleikurin leið, men tær fingu tó ongantíð reiðiligt samband við Neistan, sum var á odda 18-14 í hálvleikssteðginum.
Í seinna hálvleiki øktist leiðslan hjá Neistanum somikið nógv, at stuðulsleikararnir vórðu settir á beinkin, meðan tær ungu sluppu at royna seg. M.a. skeyt blaðunga Drós Ragnarsdóttir trý mál síðstu løtuna. Endaliga úrslitið gjørdist heili 37-26 til Neistan.
Toppskjúttar í dystinum vóru Marianna Holm Jacobsen hjá VÍF og Ása Dam á Neystabø hjá Neistanum. Tær báðar skutu hvør síni 10 mál.
Við sigrinum hevur Neistin lagt sjógv niður til VÍF, sum nú er trý stig aftanfyri. Neistin er framvegis á 2. plássi, men nú einans eitt stig aftanfyri Kyndil. Neistin hevur spælt ein dyst færri enn bæði Kyndil og VÍF.
VÍF – Neistin 26-37 (14-18)
Málskjúttar, VÍF: Marianna Holm Jacobsen 10, Agnas Olsen 6, Brynja Rógvadóttir 5, Beinta Sveinbjørnsdóttir 2, Kathe Frederiksen 2, Daniella Joensen 1
Málskjúttar, Neistin: Ása Dam á Neystabø 10, Eir Berg 8, Birita Jacobsen 5, Marjun Danberg 4, Brynja Høj 3, Drós Ragnarsdóttir 3, Nicoleta Hansen 2, Jacklin Durhuus 2