FÓTBÓLTUR
Høg leikferð við tøttum nærdystum plagar at eyðkenna dystir millum HB og KÍ, men sunnudagin var hvørki av hesum á lepanum. KÍ sýndist ikki til at tíma at spæla fótbólt, og tað gav HB møguleikan at spæla sítt spæl og settust teir á dystin frá fyrsta bríksli.
Tí kom tað heldur ikki óvart á nakran, tá Rókur av Fløtum Jespersen legði heimaliðið á odda eftir bert sjey minuttum. Hann fekk eitt flatt innlegg, og úr stuttari fjarstøðu sveik hann ikki.
Leiðslan hjá HB helt sær tó ikki leingi, tí KÍ svaraði aftur beinanvegin. Tríggjar minuttir seinni fekk KÍ fríspark beint uttanfyri brotsteigin hjá HB. Gunnar Nielsen rullaði frísparkið til síðuna, og við einum fløtum kanónskoti sendi Kaj Ennigarð bóltin í netið til 1-1.
HB traðkaði til
Útjavnandi málið hjá KÍ sá út til at geva HB eitt spark í endan. Teir gjørdust meiri málsøknir og størsti parturin varð uppspæling í høgri síðu, har stórspælandi Mortan úr Hørg var ógvuliga ágrýtin fram eftir vøllinum. Trýstið gav úrslit í 22. minutti, tá ið Christian Høgni Jacobsen hegnisliga varð spældur leysur, og lyfti bóltin upp um Meinhardt Joensen í KÍ-málinum.
2-1 sá leingi út til at verða hálvleiksstøðan, men so varð tó ikki. Í sjálvum 45. minutti varð Rókur feldur í brotsteiginum. Eins og allan dystin ígjøgnum var Eiler Rasmussen ivaleysur í hesi støðuni og dømdi brotsspark. Hetta setti Jákup á Borg trygt uppundir nettakið, og so kundi hann senda lið sítt til hálvleiks við einari 3-1 leiðslu
Samanbrestur tók luftina
HB kom best frá byrjan í seinna hálvleiki. Tó gingu bert fimm minuttir, áðrenn ein drúgvur steðgur kom í spælið eftir eina óhepna hending. Rógvi Jacobsen fekk eina fríspæling, og hevði bert KÍ-málverjan eftir at knógva. Beint uttanfyri brotsteigarmarkið sprakk bólturin høgt. Málverjin var komin út og fekk ikki nýtt hendurnar, og Rógvi Jacobsen hevði nógva ferð og fekk ikki støðga. Úrslitið var, at teir rendu høvdini saman. Báðir smullu í vøllin og báðir fingu hæstiliga viðgerð. Rógvi slapp við bindi um høvdið, meðan Meinhardt mátti flytast á sjúkrahúsið. Inn kom Mathias Samuelsen at verja KÍ-málið, og hetta gjørdi hann bæði gott og trygt.
Ógvusliga hendingin tóktist at taka luftina úr leikarunum, tí eftir drúgva steðgin var ikki serliga ágangandi spæla at síggja. KÍ-verjan sá til tíðir alt ov tunn út, meðan HB ikki rakti málið tað, ið eftir var av dystinum. Einki mál kom í seinna hálvleiki og harvið vann HB seg upp á sjey stig, sum er ájavnt við B71, KÍ og GÍ.










