Longu í fyrstu finaluni á fyrsta svimjikvøldinum vunnu Føroyar gull. Pál Joensen byrjaði svimjingina í geil fýra sum best seedaða svimjarin, og tað stóð eisini skjótt greitt, hví so var.
Fyrstu longdirnir royndu tríggir svimjarar at fylgja føroyinginum, men hóast hesir av og á voru á odda, so rein hetta ikki við Pál. Hann bara svam sítt egna tempo, og so hvørt, sum teinurin øktist, øktist munurin til næstu menninar eisini. Somikið væl, at Pál við eini tíð, sum var 23,08 sekund skjótari enn næsti maðurin kundi rinda sær møðina, meðan hann bíðaði eftir, at restin av feltinum kom í mál.
Tá kundu hesir so bara staðfesta, at teir so ruddiliga høvdu hitt sín yvirmann. Og at tíðin so eisini var til bæði føroyskt og Oyl-met gjørdi ikki staðfestingina minni.
- Tað gjørdi sjálvandi ikki dagin verri, at metini vórðu tikin, men tað var í øllum forum tað, sum var meiningin. Og tað hevði eg eisini væntað sjálvur.
Men hylurin er ikki tann besti at seta met í?
- Nei. Hann er hasar 17 sentimetrarnar ov langur, og yvir 1500 metrar gevur tað ein tein upp á 10 metrar, sum eg skal svimja longer, enn eg skuldi gjørt. Hartil spæla vindur og hiti eisini inn, so tíðin kundi kanska verið skjótari. Men er eri nøgdur.
Við somikið stórum muni til næsta svimjaran, var eingin, sum veruliga kundi trýsta Pál at svimja sítt allarbesta. Í øllum forum eingin annar, enn svimjarin sjálvur.
- Tað ræður bara um at halda sína egnu ferð, og gloyma alt um hinar svimjararnar. Og so kanst tú møguliga seta tær mál um, at tú skalt vinna ein bana aftur á onkran av hinum, segði ein væl nøgdur Pál Joensen.