Klassa og umvæla á MEST

Ísfiskatrolarin Edna verður klassaður, og skrúvurnar á ferðafólkaskipinum Sam skulu umvælast. Grímur Kamban, sum herfyri hevði ringan túr eystanfyri, verður væntandi klárur aftur til fiskiskap í hesi vikuni

Vinna

 

Á skipasmiðjuni MEST í Havn eru teir í holt við umvælingar og ábøtur á trý skip í løtuni.

Tvey teirra, ísfiskatrolarin Edna og ferðafólkaskipið Sam, standa uppi á bedingini, meðan ísfiskatrolarin Grímur Kamban liggur við bryggju.

Av hesum fer mest umfatandi arbeiði fram umborð á Ednu, har í fyrsta lagi høvuðsmotorur og skipið annars verða klassað.

Hjá Sam eru tað skrúvurnar, sum skulu umvælast. Skipið hevur tvær skrúvur, og sum skilst eru tær sendar niður til Grenå til umvælingar. MEST tekur sær av at taka skrúvurnar av, senda tær av landinum og seta tær í aftur, tá tær koma heimaftur.

 

Skjótt klárur

Umvælingarnar umborð á Grími Kamban, sum herfyri hevði ein ringan túr eystanfyri, ganga væl.

Tá manningin mest at kalla kom í havsneyð, tí nógvur sjógvur gekk inn á verksmiðjuna, samstundis sum pumpurnar sviku, sóu teir seks menninir umborð seg noyddar at lata sjógvi fara niður í last og maskinrúm fyri at halda stabilitetinum so nøkulunda upp á pláss.

Tá avtornaði, vóru eini 40 tons av sjógvi í maskinrúminum og á leið tað sama í lastini.

Tíbetur vísti tað seg, at skaðin, sum sjógvurin hevði gjørt í maskinrúminum, ikki var so álvarsligur.

Á skipasmiðjuni MEST siga tey, at arbeiði at umvæla skipið hevur gingið væl, og gongst sum ætlað, kann skipið loysa aftur til fiskiskap í hesi vikuni.

Sum skilst, eru tað serliga el-instalatiónir í maskinrúminum og onkur elektromotorur, sum hava fingið skaða.