Í Gundadali verður gamli klassikarin millum HB og KÍ á skránni. Tá ið HB flaggdagin síðstu løtuna vendi hóttandi tapi í Klaksvík í síðstu løtu til 4-3 sigur, kendist tað sum um, at luftin fór úr klaksvíkingum. Síðani tá hevur KÍ bara vunnið eina ferð – á heimavølli ímóti 07Vestur.
Tá ið Eyðun Klakstein og hansara menn seinnapartin fara í Gundadal verður tað fyrst og fremst fyri at halda tætt í verjuni. Fyritreytirnar eru ikki tær bestu. Eitt er, at klaksvíkingarnir, sum vóru í Gundadali hóskvøldið, sóu, at HB er sera væl fyri, hóast tað endaði við 1-0 tapi ímóti íslendska ÍBV. Eitt annað er, at KÍ er illa fyri, tá ið tað ræður um miðverjar.
Tað er greitt, at talan verður ikki um sáttmála við Andreas Damgaard Jensen, danska spælaran, sum hevur vant í Klaksvík og var við í venjingardystinum ímóti Skála næstsíðsta leygardag (6-2). Jógvan Isaksen er framvegis plágaður av vøddaskaðanum, sum hann fekk undan summarsteðginum, og John Hammer er ikki tøkur. Einastu KÍ miðverjarnir eru Sørmund Kalsø og Oddmar Marsten.
Hjá KÍ er málverjin Meinhard Joensen við aftur eftir leikbann.
HB spældi framúr væl fyrsta hálva tíman ímóti ÍBV. Í síðstu løtu misti HB europeiska plássið. Tað var stórt vónbrot, men hetta fer ikki at darva HB í landskappingini:
-Vit hava hildið frí í nakrar dagar eftir sera stóra vónbrotið hóskvøldið. Nú hava vit fokus fult og heilt á landskappingini, har vit fara at arbeiða hart fyri at varðveita fremsta plássið og harvið fyri at vinna FM heitið, sigur HB venjarin Oddbjørn Joensen.
Hjá HB er Andrew av Fløtum tøkur aftur. Miðverjin Gunnar Haraldsen er leikbannaður.
HB-KÍ: Anders Gjermshus í dag kl. 15.00









