Klárt til steypakappingina

Hondbóltssambandið hevur nú ásett, hvussu spælast skal í steypakappingini hjá kvinnum og monnum

Coca-cola kappingin í hondbólti varð í fjør umskipað, so spælt varð við bólkaspæli, og tann leisturin verður tann sami í ár.

 

Bæði hjá kvinnum og monnum verða liðini býtt í tveir bólkar. Bólkarnir eru samansettir við útgangsstøði í, hvussu liðini liggja fyri í landskappingini, og soleiðis er talan um styrkismeting av liðunum.

 

Tey bæði fremstu liðini í hvørjum bólki spæla síðani hálvfinalur, áðrenn sjálvar finalurnar verða spældar í februar mánaði.

 

Fyrstu dystirnir í bólkaspælinum verða blástir ígongd 11. januar.

 

Bólkarnir eru hesir:

Menn:

Bólkur 1: VÍF, KÍF, Neistin og H71 2
Bólkur 2: Kyndil, H71, StÍF og Team Klaksvík

 

Kvinnur:
Bólkur 1: Neistin, VB og StÍF
Bólkur 2: Kyndil, VÍF, Stjørnan og Søljan