Landsverk er nú fari undir fyrireikingararbeiðið at bjóða tær seinastu arbeiðstøkurnar, ið eru eftir í samband við byggingina av Glasi, alment út. Tað boðar stovnurin frá í dag.
Tær arbeiðstøkur, ið enn mangla, eru timbur, gips, hurðar, timburgólv og flísaarbeiði.
Landsverk er í løtuni í samráðingum við teir undirveitarar, sum áttu lægsta boð á tilboðsdegnum, um tær arbeiðstøkurnar, ið eftir eru at gera.
- Málið er at halda fast í so nógvar upprunaveitarar sum gjørligt, tí tað liggur fitt av fyrireikingararbeiði í arbeiðstøkunum, sum longu er gjørt. Talan er um arbeiðstøkur, ið høvuðsarbeiðstakarin TG Verk upprunaliga vann, og sum fevna um timbur- og gipsarbeiði, hurðar, gólv og flísaarbeiði. Umframt innbúgv eru hesar arbeiðstøkurnar tær seinastu, sum verða bodnar út, skrivar Landsverk á síni heimasíðu.
Arbeiðið byrjar eftir ætlan í várs, og heldur fram til avhendingina av skúlan. Um tíðarætlanin heldur, so verður skúlin klárur at taka í brúk á sumri 2017.

Klárt til næsta byggistig















