Klárt til Klaksvíkskappingina

Nú er greitt, hvussu spælt verður í Klaksvíkskappingini í fótbólti, sum verður spæld um vikuskiftið

Klaksvíkskappingin er kapping millum KÍ og tey trý liðini, sum árið fyi endaðu ovast í bestu føroysku mansdeildini. Kappingin hevur verið fastur táttur av upphitingini til fótbóltslandskappingina í nógv ár, og 2014 verður einki undantak í so máta.

 

Í dag varð lutur kastaður um, hvussu spælast skal um vikuskiftið, og gjørdist úrslitið, at dystirnir verða hesir:

 

Leygardagin eru dystirnir B36-HB og ÍF-KÍ.

 

Sunnudagin verður dystur um triða plássið og so sjálvandi eisini finalan.