Heildarkvotan av kongafiski í Irmingerhavinum er 20.000 tons, og av henni eiga Føroyar 6,73 prosent ella 1.346 tons.
Í fjør høvdu teir fýra trolararnir Enniberg, Gadus, Vesturvón og Ran loyvi at fiska kongafisk í Irmingerhavinum. Í kunngerðini frá fiskimálaráðnum um fiskiskapin í ár stendur, at hann verður skipaður eftir sama leisti sum seinastu árini, og tað ber í sær, at kvotan verður býtt millum teir trolararnar, sum hava havt fiskiloyvi undanfarnu árini. Tað verða kortini ikki rættiliga somu skip í ár. Ran og Akraberg eru farnir vestureftir.
Fiskiskapurin eftir kongafiski í Irmingerhavinum er skipaður sambært semju millum Føroyar, Ísland, Grønland, Noreg og ES. Russland er ikki við í semjuni. Tað merkir kortini ikki, at russar ikki fiska kongafisk har, og tá eitt flogfar hjá íslendska eftirlitinum var á fiskileiðini í gjár, vóru nakrir russiskir trolarar longu komnir, og aðrir vóru á veg.