Á heimasíðu sínari skrivar Sunda Kommuna, at nýggja kampingøkið verður nevnt Flatnagarður. Hetta eftir staðarnavninum eysturi á Fløtum.
Flatnagarður liggur við útsýni beint yvir á Kalsoynna við Kunoynni í baksýni. Oyggjarnar reisast steyrrættar úr havinum, og fjøllini eru høg og hvøss.
Í Flatnagarði er pláss fyri 25 kampingvognum. Á økinum hevur Sunda kommuna bygt hús við øllum hentleikum til tey vitjandi. Fyrstu gestirnir sleppa inn á økið týsdagin 15.apríl.










