Klárt at fylla vatn í langhylin

Nú er klárt at fylla vatn í Føroya fyrsta langhyl.

So er klárt at fylla vatn í Føroya fyrsta langhyl, 50 metur svimjihylin í Vági.

 

 

Tøkningar frá Myrtha Pool hava nú gjørt langhylin kláran, soleiðis at vatn kann fyllast í.

 

Vatn verður tó ikki fylt í fyrr enn heitt vatn kann fyllast í. Hesin parturin av verkætlanini er farin ígongd, so nú nærkast til at svimjast kann í  nýggja svimjihylinum inni á Oyrunum í Vági.

 

 

Hetta skrivar svimjohollin,com