Klárt at flyta inn í summar

- Byggiverkætlanin hevur verið ein tungur burður, men kommunan hevur ongar pengar mist, og vit eru væl nøgd, nú verkætlanin skjótt stendur liðug, sigur Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu

Úr hesum íbúðunum, sum ætlandi standa klárar at flyta inn í tíðliga í summar, verður eitt fantastiskt útsýni yvir Fuglafjørð. Mynd: Álvur Haraldsen

Leiguíbúðirnar, sum Bústaðir lata byggja í Fuglafirði, verða ætlandi lidnar at flyta inn í tíðliga í summar.

 

Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Dávur Juul, sigur, at talan er um tilsamans 18 íbúðir, sum allar verða lidnar í senn og klárar at flyta inn í.

 

Tað er TN Bygging, sum stendur fyri byggingini, og íbúðirnar eru bygdar upp við elementum, sum Seve Ehituse As í Estlandi hava bygt.

 

- TN Bygging hava eisini havt føroyskar undirveitarar við í verkætlanini við eitt nú el, hita og ymiskum timbur-og handverksarbeiði.

 

Dávur Juul heldur, at byggingin hevur gingið óføra væl, síðan Bústaðir tóku yvir verkætlanina, sum soleiðis kom í eina tryggja legu.

 

- Nú er bara ein annar eigari av íbúðunum enn hin upprunaligi, og tað er framvegis TN Bygging, sum stendur fyri arbeiðnum.

 

##med2##

 

Tungur burður

 

Borgarstjórin ásannar, at íbúðarverkætlanin frá byrjan hevur verið ein tungur burður, men kommunan hevur ongar pengar mist í hesum sambandi.

 

- Eg havi skilt, at eftirspurningur er eftir leigumálum í íbúðunum, sum liggja við sera vøkrum útsýni yvir Fuglafjørð.

 

Dávur Juul sigur seg ikki kenna leiguprísin enn, men hann væntar ikki, at tað verður nakar trupulleiki at fáa fólk at búgva í nýggju íbúðunum í Fuglafirði.

 

- Eg havi eisini skilt, at tað eru fleiri eldri í økinum, sum kundu hugsað sær eitt slík leigumál, sigur hann.

##med3##

 

Seks aðrar íbúðir

 

Bústaðir eiga eisini bygningin, har kommunuskrivstovan í Fuglafirði helt til, áðrenn flutt varð oman í hølini, sum kommunan keypti frá Betri.

 

- Tað er upp á tal at byggja seks íbúðir í gomlu kommunuskrivstovuni, og eg havi skilt, at íbúðirnar eru teknaðar.

 

Borgarstjórin vísir á, at Bústaðir eisini eiga eitt grundstykki beint hinu megin vegin við gamla kommunubygningin.

 

- Ætlanin hjá Bústøðum er at brúka hetta grundstykki til parkering til tær seks íbúðirnar í gomlu kommunuskrivstovuni, tí tað er nevniliga eitt krav, at hvør íbúð skal hava eitt ávíst tal av parkeringsplássum, sigur hann.

##med4##

 

Onnur bygging

 

Ein byggifyritøka, sum kallast Svalir, hevur eisini ætlanir um at byggja nakrar íbúðir við Garðaveg í Fuglafirði.

 

- Her er talan um at bygga ein íbúðarbygning í tveimum hæddum við tilsamans seks íbúðum, sum felagið ætlar at selja.

 

Dávur Juul sigur, at kommunan hevur planerað økið, so tað er klárt at byggja á, og ætlanin hjá Svalum hevur verið, at tað fer at taka umleið eitt ár at byggja íbúðirnar.

 

- Vesturi á Fløtum, sum er undir vegnum innarlaga á Innandalsvegi, hava vit skjótt átta vanlig grundstykki klár, og hesi eru øll umbiðin.

 

Borgarstjórin sigur, at kommunan hevur keypt lendið til hesi átta grundstykkini, og her vóru nógvir eigarar, sum tey noyddust at gera avtalu við.

 

- Her bendir tí alt á, at vit bæði fara at fáa nýggjar íbúðir og nýggj sethús í Fuglafirði í næstum, og tað fegnast vit sjálvsagt um, sigur Dávur Juul.

 

Úr hesum íbúðunum, sum ætlandi standa klárar at flyta inn í tíðliga í summar, verður eitt fantastiskt útsýni yvir Fuglafjørð. Mynd: Álvur Haraldsen