Tórshavnar kommuna fer nú at gera 50 nýggj grundstykki á Kongavarða á Argjum, sum hvørt verður 400 fermetrar til støddar.
Freistin at lata tilboð uppá at gera stykkini byggibúgvin var úti í gjár, so enn er ikki greitt, hvat arbeiðið fer at kosta, men ætlanin er at arbeiða skjótt.
- So skjótt, sum tilboðini eru kannað, verður støða tikin til tey, so arbeiðið kann byrja, og stykkini verða síðani boðin út eftir bíðilistanum, har út við 400 umsøkjarar eru, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- ogh býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu við Rás 2.
Arbeiðið fer at byrja í komandi mánað, væntar Tróndur Sigurðsson. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við býráðslimin.










