Klárar at møta norðurírum

Í dag klokkan 15.00 føroyska tíð seta kvinnurnar á A-landsliðnum hol á landsliðárið 2022

Mynd: (Bjarni Enghamar)

A-landsliðið við kvinnum fer í dag á vøllin til fyrsta landsdystin í ár. Tað verður í vinardysti á Marbella Football Center og mótstøðuliðið er Norðurírland.

 

Norðurírar fyrireika seg til EM-endaspælið í Englandi í summar, og seinast liðini hittust var í EM undankappingardysti fyri einum góðum ári síðan. Tá endaði tað við 5-1 sigri til Norðurírland, hóast Føroyar við máli frá Jensu Tórolvsdóttir komu á odda frá byrjan í dystinum.

 

Í dag er talan um venjingardyst og dysturin er partur av venjingarlegu hjá kvinnulandsliðnum. Umframt dystin í morgin, spæla kvinnurnar eisini móti Gibraltar, tað verður á Victoria Stadium í Gibraltar sunnudagin 20. februar.

 

Niðanfyri eru myndir frá venjingum í Marbella, sum Bjarni Enghamar hevur tikið.

 

##ms##

 

Mynd: (Bjarni Enghamar)