Landsverk hevur nú fingið eina flytiliga viftu til tilbúgvingina, tá ið eldur kemur í inni í tunlum, har ongin vifta er frammanundan.
Viftan kann eisini brúkast í sambandi við vanligt arbeiði í tunlum við ongum luftskifti.
Heini Eysturoy á Landsverki heldur, at hendan viftan er eitt gott amboð til tilbúgvingina í landinum.
- Hon kann brúkast í fleiri ymiskum støðum, eitt nú í sambandi við størri eldar, har nógv útlufting er neyðug, sigur hann.
Trýst á pílin mitt á myndini og síggj viftuna roynda í verki