Klár við kunngerð um sjálvbodna koppseting í Danmark

Í næstu viku væntar Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri í Danmark, at kunngerðin verður lýst

Magnus Heunicke, heilsuálaráðharri, fer í dag at senda kunngerðina um møguleika fyri sjálvbodnari koppsenting við AstraZeneca-koppingarevni til hoyringar. Tað skrivar hann á Twitter.

 

– Ja, eg sendi kunngerðina um valmøguleikan av koppingarevni til almenna hoyring í dag, skrivar Magnus Heunicke.

 

Hann væntar, at Heilsumálaráðið í hesi vikuni fer at loysa praktisku avbjóingarnar.

 

– Tað merkir, at vit kunnu lata koppingarevnið í næstu viku. Til ta tíð samskifta vit við tey virki, sum eru áhugað at standa fyri uppgávuni, so praktisku viðurskiftini avgreiðast, skrivar Magnus Heunicke.

 

Harvið kunnu danir fáa møguleikan sjálvboðin at velja eina koppseting við koppingarevni, sum annars er tikið úr koppsetingarætlanini.

 

Vegna vandan fyri hjáárinum eru koppingerevni frá AstraZeneca og Johnson & Johnson tiknar úr koppsetingarætlanini í Danmark.

 

/ritzau/