Klappaðu fyri størsta niðurskurði nakrantíð

- Í dag sat eg á tingi og avgreiddi størsta niðurskurð í fiskidøgum nakrantíð - og vinnuumboðini klappaðu, sigur Kári á Rógvi, løgtingsmaður Kári á Rógvi, tingmaður Sjálvstýrisfloksins, er ikki sørt skemtiligur á heimasíðu floksins eftir atkvøðugreiðsluna í løgtinginum í gjár um fiskidagar.

Hesaferð er tað løgtingsmaður Tjóðveldisins í Norðoyggjum, sum Kári hevur á ?húkinum?.

- Heini O. Heinesen er eitt sjáldsamt fyribrigdi í føroyskum politikki. Hann átti bæði uppskotið uppá 20% niðurskurð, ið varð samtykt við aðru viðgerð ? og uppskotið um 10% niðurskurð, ið varð samtykt við triðju viðgerð.

Í síni skemtiligu viðmerking sigur Kári á Rógvi, at Heini í gjár samtykti tvey mótstríðandi uppskot um fiskiveiði á Føroyabanka.

Og so leggur Kári aftrat:

- Stuttligt er at hugsa sær, hvussu langt vit eru komin. Tá eg var lítil, sat pápi mín sum formaður í Ráfiskagrunninum og avgreiddi nyttuleysan studningspolitikk; í dag sat eg á tingi og avgreiddi størsta niðurskurð í fiskidøgum nakrantíð - og vinnuumboðini klappaðu (!), sigur løgtingsmaðurin í síni heldur skemtiligu viðmerking, sum kann lesast á www.sjalvstyri.fo