Klandur í Betri: Ben er uppsagdur

Eitt lítið ár eftir at hann tók við stjórastavinum, er Ben Arabo í dag koyrdur úr starvi sum forstjóri í Betri P/F. Hesum boðar nevndin í Betri-samtakinum frá í dag.

 

Orsøkin til uppsøgnina er samstarvstrupulleikar, stendur í tíðindaskrivinum.

 

Samstundis hevur næstformaðurin í nevndini, Teitur Poulsen, valt at taka seg úr nevndini. Orsøkin til hetta er ósemjan um at koyra stjóran. Gunn Danielsen er sett sum næstforkvinna í nevndini.

 

Evy J. Jacobsen, vinnukundaleiðari í Betri Banka, er sett sum fyribils forstjóri.

 

Ben Arabo bleiv settur sum forstjóri í P/F Betri 1. desembur í fjør.