Í hesum døgum sendir Fólkaheilsuráðið øllum 20 ára gomlum í Føroyum bræv við innbjóðing um at lata seg kanna fyri klamydia smittu. Hetta er ein sokallað heimakanning. - Vit vilja gera vart við, at kynssjúkur framvegis eru til, og hevur talið av teimum, sum eru smittað við klamydia, verið vaksandi. Hesa gongd vilja vit fegin broyta, sigur Fólkaheilsuráðið í tíðindaskrivi.
Klamydia er ein tann vanligasta kynssjúkan um okkara leiðir, men tað er ikki greitt, hvussu nógvir føroyingar eru smittaðir. Í grannalondunum týða kanningar uppá, at upp ímóti fimti hvør seksuelt aktivur ungur er ella hevur verið smittaður.
- Millum 50-75 % vita ikki, at tey hava klamydia, tí hon so sjáldan hevur sjúkueyðkenni við sær.
Klamydia bakterian er løtt at viðgera, løtt at kanna og løtt at fyribyrgja. Óviðgjørd kann klamydia hava ymiskar bágar við sær og kann gera skaða á nøringarlagið, sigur Fólkaheilsuráðið.
Tí er tað umráðandi, at øll kanna seg fyri klamydia.
Heimakanningin ger, at tey ungu sleppa undan at fara til lækna og lata seg kanna har. Tó um tað vísir seg, at ein persónur hevur tekin til hesa smittu, eigur hann at fara til læknan og fáa eina stutta medisinska viðgerð, sum vanliga er nóg mikið til at grøða hesa ígerð.










