Føroyingar hava tikið klamydia í álvara. Kynssjúkan, sum er fleirfaldað seinastu tíggju árini, er nú minkað aftur, vísa tøl frá landslæknanum. Í fjør vórðu 111 tilburðir av sjúkuni staðfestir, og tað er ein minking á næstan einum fjórðingi í mun til 2004, sum var metár við 146 staðfestum tilburðum av klamydia.
- Nú skulu tølini sjálvandi takast við fyrivarni, tí fleiri ganga við sjúkuni uttan at vita av tí – eg vildi mett, at veruliga talið er fimmfaldað - men her sæst ein gongd, ið vísir, at føroyingar ansa betur eftir, heldur Høgni Debes Joensen, landslækni.
Stálpinnurin horvin
Tølini frá landslæknanum vísa eisini, at føroyingar kanna seg meir fyri sjúkuni enn áður. Í fjør vórðu 1068 fólk kannað. Tað er næstan 100 meir enn árið fyri. Landslæknin metir orsøkina fyrst og fremst vera ta upplýsing, sum hevur verið frammi um sjúkuna í seinastuni.
- Tað gongur rætta vegin. Átøkini hava riggað, staðfestir landslæknin.
Ein onnur orsøk til, at fleiri føroyingar lata seg kanna, kann vera broytta kanningarmannagongdin. Hjá fleiri kommunulæknum stendur monnum nú í boði at pissa í eitt glas, sum verður sent til kanningar. Fyrr var neyðugt at fáa ein stálpinn, ið minti um ein oyrapinn, nakrar sentimetrar upp í urinrørið. Ein ótespilig kanning, mettu fleiri. Sum nevnt er kanningin hjá monnum nú bert ein lítil urinroynd. Hjá kvinnum er tó framvegis neyðugt við eini undirlívskanning hjá kommunulæknanum.
Kann elva til barnloysi
Klamydia er ein bakteria, sum ger innrás í kyknurnar í urinrørinum og í lívmóðurhálsinum, har bakterian nørist. Størsti vandin við kynssjúkuni er, at hon hjá kvinnum kann verða orsøk til barnloysi. Menn, sum fáa bruna í hjáeistuna, kunnu eisini gerast sterilir.
Klamydia fæst við kynsligum sambandi. Sjúkueyðkennini eru útflot, men í flestu førum kunnu fólk ganga við sjúkuni uttan sjúkueyðkenni. Sjúkan er løtt at viðgerða. Antibiotikatablettir beina vanliga lættliga fyri henni.










