Klamsur gav 10.000 krónur í bót

Tað er ikki loyvt at sláa børn í okkara parti av heiminum. Hetta noyddist ein norsk kvinna at ásanna, tá hon varð dømd fyri at hava givið dóttir síni ein klams í rumpuna. Eftir at hava sligið dóttir sína við flatari hond í rumpuna, varð ein 36 ára gomul kvinna í tingrættinum í Stavanger um dagarnar dømd at rinda eina bót á 10.000 krónur.

Rætturin helt, at umstøðurnar í sambandi við hendingina vóru so serstakar, at kvinnan skuldi dømast at gjalda eina bót.

Tað er Rogalands ávísin, sum ber hesi tíðindi.

Hin 36 ára gamla varð eisini ákærd fyri at hava tikið í son sín, men tann ákæran fall burtur, skrivar blaðið.