Klaksvíkingur verður ikki flotaður

Sigursvanda manningin, sum vann FM í fjør, fer ikki at taka lut í FM kappróðinum í summar

Tað er lítið sannlíkt, at 10-mannafarið úr Klaksvík verður at síggja í summar, og tað er heilt víst, at manningin, sum vann FM í 2015, ikki fer at manna bátin.

-Undan jólum vóru vit saman og tosaðu um tingini, og tá varð tað greitt, at tað ikki ber til at manna bátin næsta róðrarár. Vit vóna og rokna við, at Klaksvíkar Róðrarfelag fer at taka lut við øðrum bátum, men tað er greitt, at Klaksvíkingur ikki verður við í summar.

               Tað segði Janus Dam Jacobsen í Sosialinum síðsta mánadag. Hann hevur verið ein av teimum drúgvastu umborð á Klaksvíkingi øll árini, tá ið FM heitið er vunnið norður til Klaksvíkar – í 2006, 2009, 2011, 2012, 2013 og 2015.

Triðja jóladag boðaðu teir á Drekanum Reyða frá, at báturin er mannaður og harvið fer at taka lut í FM kappingini millum 10-mannaførini í 2016. Miðalvektin á manningini er í løtuni 95,3 kilo, men tað bíðar hørð venjing, og teir siga seg trúgva upp á, at tað skal bera til, og so leggja teir aftrat, at vit síggjast á norðoyastevnu. Stóri spurningurin er, hvørjir bátar í summar fara at kappast við Drekan Reyða.

Sum tað plagar at vera, so verður fyrsti FM kappróðurin í 2016 á norðoyastevnu, sum verður fyrsta vikuskifti í juni. FM kappróðurin verður leygardagin 4. juni.

Í 2015 vann Drekin Reyði av Argjum á norðoyastevnu. Drekin Reyði vann eisini á fjarðastevnu og á jóansøku. Klaksvíkingur var næstfremstur á norðoyastevnu og á fjarðastevnu, og hann var nummar trý á jóansøku. Klaksvíkingur vann á sundalagsstevnu, sum var onnur kappingin, og tá ið tað av álvara sansaði at, og klaksvíkingar høvdu knívin á barkanum og vóru noyddir at vinna tríggjar teir seinastu róðrarnar, so stóðu teir royndina.

Finalan á ólavsøku var framúr. Klaksvíkingur var 5/25 av einum sekundi undan Drekanum Reyða. Báðir bátarnir endaðu við 45 stigum, og FM heitið fór til Klaksvíkar, tí ásetingarnar siga, at tá ið tað stendur á jøvnum í stigum, so vinnur tann FM, sum er fremri á ólavsøku.

Drekin Reyði vann FM fyri fyrstu og higartil einastu ferð í 2014. Nú er tað greitt, at Klaksvíkingur verður ikki millum bátarnar, sum fara at kappast við Drekan Reyða um FM heitið í 2016.

-Vit vóna og rokna við, at tað fer at bera til at vera við aftur í 2017, men í summar verður Klaksvíkingur ikki við í kappingini, sigur Janus Dam Jacobsen við Sosialin.