Sum kunnugt flutti EB/Streymur, ið fyri fáum árum síðani myndaði oddin í føroyskum fótbólti, niður í næstbestu deildina. Í kvøld hevur felagið úr Sundalagnum kunngjørt, at ein av leikarunum, sum spældu allar mest í fjør, hevur longt um sáttmálan við felagið.
Talan er um 23 ára gamla Ragnar Bjartalíð Danielsen, sum er uppvaksin í KÍ, men skifti til EB/Streym undan undanfarna kappingarári. Í 2015 spældi hann í 26 av 27 dystum hjá EB/Streymi í Effodeildini, og hann skoraði tvey mál.
Ragnar er sonur nýggja venjaran hjá EB/Streymi, Olgar Danielsen. Nýggi sáttmálin er galdandi í 2016 og 2017.











