Nýggjársaftan verður posthúshornið í Klaksvík enn einaferð karmur um almenna nýggjárshaldið í býnum. Í tí sambandi fer Klaksvíkar býráð at heiðra eitt listarfólk úr Klaksvík við listavirðisløn Nólsoyar Páls. Men harafturat verður livandi tónleikur og okkurt er til børnini eisini. Á midnátt verður fýrverk og síðani felagssangur.
|
Skráin er ikki heilt liðug enn, men tey vita longu nú, at Hallur Joensen fer syngja og spæla, og at Steintór Rasmussen fer at hjálpa við felagssanginum eftir midnátt.
Í sambandi við nýggjárshaldið verður ein partur av Klaksvíksvegi sperraður frá klokkan 22 til klokkan eitt.