Klaksvíkingur átti ikki at sloppið at róð á ólavsøku

Tað er ómoralskt at manna Klaksvíking á ólavsøku

- Klaksvíkingur átti ikki at sloppið at róð á ólavsøku í ár.

So bersøgin er ein av okkara royndastu kappróðrarviðmerkjarum, Vagnur Michelsen.

Ætlanin er at manna Klaksvíking á ólavsøku, men á heimasíðu síni, www.hvannrok.fo  sigur Vagnur Michelsen, at tað átti hann ikki at sloppið.

 

Hann sær rætt og slætt onga meining í, at Klaksvíkingur rør á ólavsøku.

Hann vísir á, at Klaksvíkingur var mannaður á norðoyastevnu, men síðani fara menn umborð á Páll Fanga, men nú er so aftur talan um at manna Klaksvíking á ólavsøku.

 

- Fyri fáum árum síðani var soleiðis, at skuldi tú rógva á ólavsøku, skuldi báturin hava róð í trimum av hinum FM-róðrunum, men hetta er síðani broytt.

 

Magnus Michelsen heldur, at hann tekur ikki munnin ov fullan, tá ið hann sigur, at róðraráhugað uttanfyri Klaksvík, hava ikki samhugað við Klaksvíkingi.

 

- Hevur Klaksvíkar róðrarfelag ikki manning til 10-mannafarið, er manna Neviði reyða ella Páll Fanga. Og tá ið menn fóru umborð á Páll Fanga, so verð verandi umborð á Páll Fanga restina av árinum.

 

Hann heldur eisini lítið um tað, hann kallar fjølmiðlasjónleikin, har rógvarar boða frá at teir gevast, fyri síðani at rógva aftur og hann heldur, at tað er at niðurgera kappróðurin, tá ið rógvarar á Klaksvíkingi siga við Norðlýsið, at tað hevði verið heilt ónátúrligt av Klaksvíkingi at vunnið á ólavsøku og at tað eigur ikki at bera til.

Vagnur Michelsen heldur, at menn mátti ikki koma sær at komi við slíkum einkisigandi møsni, sum hann kallar tað.

 

- Hvat hevði hent, um besta fótbóltsliðið hjá KÍ knappliga ikki kundi spæla ein landskappingardyst, tí menn fóru av landinum í arbeiðsørindum ella at ferðast. Fótbóltssambandið hevði gjørt skjótt av og við brestin koyrt KÍ úr kappingini. Men í føroyskum kappróðri ber alt til, tí verri, sigur hann.

 

- Eg haldi, at tað er ómoralskt, at Klaksvikingur er við á ólavsøku. Heldur skuldu menn sitið í friði umborð á Páll fanga. Hugsi eisini um manningina umborð á Drekanum reyða, sum kann fáa oyðilagt sær ólavsøkuna, um teir kanska snáva orsaka av einum mistaki, sigur Vagnur Michelsen

- Alt hetta er ikki nóg gott, leggur hann afturat.