Fyrr í ár skipaðu klaksvíkingar fyri einari heiðurskonsert í Atlantis, har tónleikurin hjá amerikanska rokkaranum Bon Jovi var í miðdeplinum.
Undirtøkan fyri konsertini var so mikið góð, at øll atgongumerkir til tiltakið vórðu seld innan ein tíma frá tí sølan byrjaði.
Nú verður so høvi hjá havnarfólkum, hvørt fall teimum, ið ikki tóku túrin norð til Klaksvíkar, at uppliva Bon Jovi heiðurskonsertina fyri fyrstu ferð. Fríggjakvøldið 4. desember inntaka klaksvíkingar nevniliga Reinsaríið við løgum úr lagaskjáttini hjá Bon Jovi.
Umframt dugnaligu tónleikararnar úr føroyska tónleikalívinum verður ein røð av sangarum við á konsertini, harímillum Signar í Homrum, Hans Andrias Jacobsen og Maluna Eyðunsdóttir.










