Klaksvíkingar til Gøtu

Víkingur fer eftir sætta landskappingarsigrinum á rað seinni í dag

Í dag klokkan 15.00: Víkingur-KÍ

Dómari: Páll Augustinussen

 

Við knúsandi 7-2 sigrinum ímóti TB staðfesti Víkingur, at í ár ætlar liðið sær veruliga fyrsta meistaraheitið í søgu felagsins. Í dag spæla teir ljósabláu enn einaferð á heimavølli, tá ið KÍ kemur á vitjan.

 

Gongdin hjá Víkingi seinastu tíðina hevur verið framúr. Liðið hevur vunnið heili fimm landskappingardystir á rað, og hóast fleiri av leikarunum, ið vanliga byrja inni, ikki vóru við í dystinum ímóti TB, so prógvaðu teir, sum komu inn ístaðin, at maður kemur í mans stað, og at hópurin er breiður. Tað tykist ikki sum, at nakað lið klárar at steðga Víkingi í løtuni, og tí má Víkingur metast at vera favorittur til dagsins dyst í Sarpugerði

 

Fyri KÍ var tað ein sonn vanlukka, at tað ikki eydnaðist at vinna undanfarna dyst ímóti EB/Streymi. 4-1 er ein leiðsla, sum ikki eigur at verða blakað burtur, men nógvar villur í verjupartinum vóru ein av orsøkunum til, at KÍ søplaði leiðsluna burtur og bert fekk ein javnleik burturúr stríðnum. Málið hjá klaksvíkingum er at røkka einum fjórða plássi, ið gevur atgongd til evropeiskan fótbólt komandi ár, og tí er trýst á klaksvíkingum at fáa stig burturúr sera trupla útidystinum. Undan hesum leikumfarinum eru fimm stig upp til HB, sum í løtuni er nummar fýra á stigatalvuni.