Um fýra mánaðir sleppa klaksvíkingar aftur at svimja í eini nýumvældari og dagførdari svimjihøll.
Tað lá ikki í ætlanini, at svimjihøllin skuld vera liðug fyrrenn næsta summar.
Tað merkir, at svimjihøllin, sum hevur verið stongt síðani í heyst, skuldi lata partvís upp í summar og vera opin í eina tíð. Men so skuldi hon latast aftur einaferð afturat til næsta summar, tá ið hon skuldi vera liðug.
Men nú hevur býráðið samtykt at seta meiri ferð á arbeiðið, so at høllin verður heilt liðug til fyrsta juli í ár ístaðin fyri 1. Juli næsta ár, soleiðis sum upprunaliga ætlanin var.
Samstundis hevur býráðið játtað 1,6 milliónir afturat til arbeiðið í ár, við tí endamáli at gera alt um eina leið, so at høllin kann gerast liðug til í summar.
Tilsamans kostar arbeiðið upp á svimjihøllina 10 milliónir.
Tað, sum er gjørt við høllina, er at bygningurin umkæðingarrúmini vóru í, er tikin niður og ein størri bygningur verður bygdur ístaðin.
Samstundis er nýggj venjingarmiðstøð og kafeteria bygd upp í høllina og samstundis verður ein nýggj deild gjørd við gosbaði o.s.fr.
|