Klaksvíkingar settu dám á

Fótbóltur: Klaksvíkar Hornorkestur skal blása á Svangaskarði komandi tvey árini

TOFTIR: Onkur snerkti eitt sindur, tá tað gekk upp fyri honum, at Klaksvíkar Hornorkestur var komið á Svangaskarð við øllum teimum nýggju instrumentunum. Hesin helt, at tað plagar ikki at boða frá góðum, tá klaksvíkingar fara við hornunum um Leirvíksfjørð!

Men handa søgan hevur gingið á høkjum í fleiri ár. Væl mannaða liðið úr Klaksvík var sera væl upplagt og setti góðan dám á við sínum kraftmikla og væl ljóðandi blástri.

Higartil hevur Nes Sóknar Musikkfelag røkt uppgávuna at spæla tjóðsangirnar trúliga, men nú eru teir avloystir av klaksvíkingum, sum fara at blása, tá kekkar koma higar í septembur og sum eisini fara at blása komandi ár, tá farið verður undir eina nýggja EM undankapping.


Nógv ferðsla

um Leirvíksfjørð

Áhugin fyri landsdystinum var stórur millum norðoyingar, og at tey flestu ynsktu at fara um Leirvíksfjørð somu tíð hevði við sær, at onkur vóru eitt sindur sein á Svangaskarð. Dúgvan fór ein eykatúr úr Klaksvík fyri døgurða, men tá vóru ikki so ógvuliga nógv ferðafólk við.

Men klokkan 13 var meiri enn fult, og so noyddust teir at gera ein túr aftur so skjótt, sum tað á nakran hátt bar til. Tey, sum komu við seinna túrin eftir døgurða, vóru nakað sein.

Annars gekk tað uppá stás av fáa nógva fólkið til og av Svangaskarði í góðveðrinum.

jh