Klokkan 10 í morgun hevur Klaksvíkar kommuna skrúvað fyri vatninum á Fossum í Klaksvík.
Hetta merkir, siga tey í Klaksvík, at skrúvað nú er fyri drekkivatninum á vestursíðuni á Klaksvíkini.
- Skrúvað verður frá aftur vatninum, tá arbeiðið er liðugt, væntandi um 18-tíðina seinnapartin.
Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at hetta verður gjørt í samband við umlegging av vatnveitingini á Fossum.