Við sigri í dag kundi H71 vissa sær, at teir áttu pláss í hálvfinaluni í steypakappingini hjá monnum.
H71 vann fyrsta dystin í bólkaspælinum móti StÍF, og tí vildi ein sigur í dag mest sannlík sent teir beina leið í hálvfinaluna.
H71 var eisini favorittur móti Team Klaksvík, men tað gekk bara ikki júst so, sum prestur annars hevði prædikað.
Frá byrjan vóru tað gestirnir, sum myndaðu dystin, og hoyvíkingar runnu alla tíðina aftaná. Munurin var ikki tann stóri, og fram móti dystarenda var spenningurin øgiligur. Men gestirnir megnaðu støðugt at halda høvdið kalt, og nú er kravið, at teir vinna móti Kyndli í seinasta umfarinum, um teir ætla sær víðari til hálvfinaluna.
Tá spælir Team Klaksvík móti StÍF, og so er spurningurin, um klaksvíkingar skulu megna at spæla seg til hálvfinaluna í steypakappingini. Nakað sum ikki hent í søguni hjá Team Klaksvík, og helst skulu vit aftur til seinna partin av 70'unum, fyri at finna seinasta hálvfinaluplássið hjá manshondbóltinum í Klaksvík.
H71-Team Klaksvík 25-27 (10-14)










