Klaksvíkingar læra tilflytarar at stovna virki

Tann, sum hevur besta hugskotið fær 10.000 krónur í virðisløn

 

Um vikuskiftið verður eitt serligt skeið fyri tilflytarar.

 

Tað eru Íverksetarahúsið og Klaksvíkar Kommuna, sum eru gingin saman um at hava eitt skeið fyri tilflytarar um íverkseting.  Har fara tilflytarar úr øllum landinum arbeiða við at seta nýtt virksemi í gongd í Føroyum.



- Klaksvíkar kommuna hevur lagt seg á odda, tá ið tað snýr seg um at taka ímóti fólki av útlendskum uppruna og at síggja tey sum part av samfelagnum, á jøvnum føti við restina av okkum, siga Klaksvíkar Býráð og Íverksetarahúsið í tíðindaskrivi í dag.


 
Og nú verður so eisini roynt at fáa tilflytarar í gongd at arbeiða við nýggjum hugskotum at seta nýtt vinnuligt virksemi í gongd í Føroyum.

 

 
- Tilflytarar hava serligar avbjóðingar av ymiskum orsøkum. Mál, siðir, lógir, mannagongdir í samband við skattlig viðurskifti og annað eru avbjóðingar, sum serliga gera seg galdandi fyri tilflytarar.


 
Á íverksetaraskeiðnum verður kunnað um neyðuga pappírsarbeiðið og mentanina í føroyska handilslívinum. Tey fáa eisini ráð um, hvussu tú skapar og mennir hugskotið, tú hevur, umframt at handilsfólk og bókhaldar fara at geva tilflytarunum góð ráð.


  
Skeiðið hetta vikuskiftið endar við einum almennum tiltaki í býráðshøllini sunnudagin.  Tá fara luttakararnir at leggja fram teirra vinnuligu hugskot fyri einari dómsnevnd, sum fer at meta um hugskotini. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fer síðan at handa vinnarunum eina virðisløn, sum er 10.000 krónur.