Klaksvíkar Kommuna er av álvara farin í hernað ímóti skøruni. - Vit hava nú í tveir mánaðar havt eitt fólk, sum gongur runt í býnum og sproytar á skøruna, sigur kommunan.
Tað kunnu ganga upp í tvær vikur áðrenn tað sæst á skøruni, at tað er sproytað á hana.
Bløðini drekka hetta eitrið í seg, og tað viðførir, at plantan doyr frá rótini og upp. Tær fyrstu planturnar, sum fingur eitur, eru um at doyggja nú.
- Verður sproytað meðan plantan stendur í besta blóma, verða blómurnar geldblómur. Tað vil siga, at tær ikki kunnu nørast í tann mun, sum tær annars vildu gjørt.
Klaksvíkar Kommuna sigur kortini, at trupulleikin er nógv enn tey hildu. - Skøran er bara allastaðni, bæði inni í býnum, á privatum og almennum stykkjum og er eisini á veg niðan í fjøllini. - Hon er eisini komin heilt norður til grótbrotið norðuri á Strond.
Tað er eisini ein skøra, ið líkist hesari sera nógv og ikki kastar fræ, men tað er ikki tann, sum tey hava í Klaksvík, siga tey.
Kommunan heitir tí á fólk um at koma á býráðið at undirskriva eina váttan, har tey loyva fólki frá kommununi at at koma inn á stykkið hjá teimum at sproyta á skøruna.
|