Fjøllini eru gingin, og heystið er av álvara komið, og so átti tíðin til stór avrik í fótbólti í Føroyum at verið av.
Men einki er, sum tað plagar at vera í føroyskum liðfótbólti. KÍ vann seg fyrr í heyst í bólkaumfar í Europa Conference League, fyri trimum vikum síðani endaði tað málleyst, tá ið Lille úr Fraklandi var gestur hjá KÍ, og í kvøld sær tað út til, at klaksvíkingar ætla sær uppaftur størri úrtøku.
Tað er hálvleikur á Tórsvølli, har Olimpija Ljubljana úr Slovenia er gestur, og støðan er 2-0 til KÍ.
Gestirnir løgdu bragdliga fyri, og teir høvdu beinanvegin risastóran møguleika at leggja seg á odda, men KÍ málverjin bjargaði meistarliga væl.
So fótaði KÍ sær, og sum 1. hálvleikur leið gekk alt meiri fyri seg eftir treytunum hjá heimaliðnum.
René Shaki Joensen hálvfluktaði úr stuttari fjarstøðu til 1-0 eftir innlegg úr høgru frá Árna Frederiksberg. Tá var ein hálvur tími farin, og lítla løtu undan steðginum økti KÍ um munin til 2-0. Uppspælið var í høgru, og eftir framlegging í brotsteigin krúllaði Páll A. Klettskarð seg leysan, og so setti hann bóltin í handara síðunetið.
Síðani stóra møguleikan, sum Olimpija Ljubljana hevði beinanvegin, hevur KÍ málverjin verið mest sum arbeiðsleysur.
Hundurin er hálvbardur, og um ein lítlan tíma fæst at vita, hvussu tað í kvøld skarst hjá klaksvíkingur á graslíkinum í høvuðsstaðnum.
KÍ – Olimpija Ljubljana (2-0)
1-0: René Shaki Joensen
2-0: Páll A. Klettskarð
KÍ: Nils Jonatan Johansson – Deni Pavlovic, Heini Vatnsdal, Vegard Forren – Jóannes K. Danielsen, Luc Kassi, Jákup B. Andreasen, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, René Shaki Joensen
Á KÍ beinkinum eru: Hannis Matras, Mads Bo Mikkelsen, Sivert Gussiås, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Silas Gaard, Hallur Hansson, Ahmed Latif, Jóhan Josephsen og Claes Philip Kronberg.