Summar Festivalurin byrjaði við einum ordans braki í gjár, tá Lukas Graham, Byrta, Marius Ziska og onnur framførdu fyri fjøldina til langt út á náttina.
Í dag er tó ein nýggjur dagur, og hóast tað kann vera tungt at vakna eftir eina langa nátt, so eru fólk so spakuliga byrja at finna veg aftur á festivaløkið.
Tað er eisini í dag, at høvuðsnavnið, Roxette, á festivalinum fer á pall. Væntandi verða nógv fólk á Vágsbøi, tá tað, ið fyrireikararnir meta vera størsta framførslan nakrantíð á festivalinum, trína á stóra pallin.
Fleiri spennandi føroysk nøvn eru eisini á skránni í kvøld, harímillum Sakaris og Swangah Dangah, og ikki at gloyma lokala bólkin Frændur, ið væntandi dregur nógv fólk oman á Vágsbø klokkan 01.30.