Klaksvíkin stuðlar Meðan vit bíða

Rás 2 sendir beinleiðis frá stuðulstiltakið úr býráðshøllini í Klaksvík

Júst nú sendir Rás 2 beinleiðis úr býráðshøllini í Klaksvík til frama fyri í “Meðan vit bíða”. Bæði prát og ikki minst nógvur beinleiðis tónleikur er á skránni, samstundis sum fólk hava møguleikan at koma á gátt at geva sítt íkast.

 

Rás2 sendir hvønn týsdag úr Klaksvík, og í dag snýr sendingin seg í stóran mun um tiltakið Meðan vit bíða. Prátað verður við Jógvan Skorheim, borgarstjóra, og Annlis Bjarkhamar frá Í menniskjum góður tokki. Hartil verður greitt frá samstarvinum millum ítróttarfeløg í býnum og Í menniskjum góður tokki.

 

Nærum øll innan tónleik í fiskivinnuhøvuðsstaðnum vera í býráðshøllini og spæla til frama fyri Meðan vit bíða: Hallur Joensen, Karl Martin Samuelsen, Steintór Rasmussen, Rakul Ró Steintórsdóttir, Hans Andrias Joensen, Olvheðin Jacobsen og Lilja Jacobsen vildu øll fegin spæla til frama fyri tiltakinum fyri at vera við at fáa nakrar krónur til átakið.

 

Klaksvíkar kommuna bjóðar gestunum, sum koma at hyggja og lurta, kaffi og okkurt søtt til børnini. Vónandi koma nógv á gátt og lata nakrar krónur til tiltakið.