Fólkafundurin 2013: in.fo/Rás2 var á gátt í KÍ-høllini fyrr í kvøld, har fyrireikararnar, Jóhannes Miðskarð og Ólavur í Geil Guttesen stríddust við tær seinastu fyrireikingarnar.
35 felagsskapir, teirra millum teir politisku flokkarnir koma at hava ein bás í KÍ-høllini. Tjakini verða í Badmintonhøllini, og er tað sera høggligt at hava tvær hallir á einum staði. Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindaleiðari hjá Miðlahúsinum kemur at verða orðstýrari til tey ymisku tjakini, ið verða á skránni.
Á hesari kykmyndini sæst Jóhannes Miðskarð saman við Sjúrði í Geil Guttesen, har teir merkja gólvið í KÍ-høllini upp til teir 35 básarnir: http://www.youtube.com/watch?v=QDPDCoWVjzA&feature=youtu.be
Undir myndini ber til at hoyra eina ljóðsamrøðu við Ólav í Geil Guttesen.










