Á Fótbóltsgalla 2022, sum er á Panorama á Hotel Hafnia í kvøld, eru Jens C. Wedeborg og Mikkjal K. Thomassen valdir til ársins venjarar.
Jens C. Wedeborg hevur staðið á odda fyri besta kvinnuliðnum hjá KÍ. Tær vunnu greipuna og Jens C. Wedeborg fær góð skotsmál fyri sítt arbeiði. Hann heldur tó ikki fram í felagnum. Hann vann heiðurin frammanfyri Poul N. Poulsen úr NSÍ og Albert Ellefsen úr 07 Vestur.
Hjá monnunum vann Mikkjal K. Thomassen, sum á triðja sinni vann FM við Betri deildini hjá monnum hjá KÍ. Hann er nú venjari í Ferdrikstad FK í Norra. Tað var hørð kapping um heiðurin, tí Jóhan Petur Poulsen úr Víkingi fekk eisini nógvar atkvøður. Á triðja plásso kom Jákup á Borg úr B68.
Tað eru Miðlahúsið og FM1, sum skipa fyri Fótbóltsgalla 2022 í samstarvi við Fótbóltssambandi Føroya. Fótbóltsgalla 2022 er á Panorama á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum.