Í gjár skuldi ráðslimirnir í skotska fylkinum Caithness, taka støðu til ynskið hjá ráðsliminum fyri Wick, Gail Ross, at slíta vinarbýarsamstarvið við Klaksvík.
Gail Ross heitti um at slíta vinarbýarsamstarvið í fjør, aftaná at fleiri borgarar høvdu vent sær til hennara við einum ynski um slíta sambandið vegna grindadráp.
Eingin avgerð varð tó tikin á fundinum í gjár, tí limirnir ynsktu nærri samskifti um samstarvið við borgarstjóran í Klaksvík, Jógvan Skorheim, áðrenn nøkur avgerð varð tikin. Tað skrivar bretska kringvarpið BBC.
Roger Saxon, ráðslimur fyri Thurso, vísti á, at enn er samstarv við Føroyar gjøgnum nærliggjandi Scrabster, har fleiri føroysk fiskifør vitja, og talaði at avgerðini hjá Wick at enda vinarbýarsamstarvið.
- Tú setir ikki tínum egnu vinum eitt ultimatum.
Við BBC sigur Jógvan Skorheim, at hann fegnast yvir avgerðina.
- Eg eri glaður fyri, at ráðslimirnir í Wick ynskja at hoyra føroyska sjónarmiðið áðrenn teir taka eina avgerð um vinarbýarsamstarvið.
- Eg haldi tað er ein rímiligur máti at handfara støðuna, og eg gleði meg at fáa ein dialog í lag við umboð fyri Wick. Síðani kunnu báðir partar taka upplýstar avgerðir.

Mynd: Ingi Sørensen
Klaksvíkin fær ein síðsta møguleika

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen










