Klaksvíkar sjúkrahús skal hava fleiri viðgerðir

Vit SKULU hava trý sjúkrahús í Føroyum, og tey skulu hava hvør sína leiðslu

Vit SKULU framhaldandi hava trý sjúkrahús í Føroyum. Og tey skulu hava hvør sína leiðslu.

Tað staðfestir Norðoya Tjóðveldisfelag nú.

 

Heilsuverkið er eitt tað heitasta, politiska epli í Føroyum, og bæði leik og lærd hava eina greiða meining um, hvussu nógv sjúkrahús skulu vera, og, hvørjar viðgerðir skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi.

Og nú seinast hava bæði løgmaður, og onnur sambandsfólk, boðað frá, at tað besta er, at sjúkrahúsini ikki hava hvør sína leiðslu, men at heilsuverkið verður skipað undir einari, felags leiðslu.

Og eisini Norðoya Tjóðveldisfelag hevur eina greiða meining um heilsuverkið. Felagið hevur viðgjørt heilsuverkið á aðalfundi í gjár og burtur úr tí er eisini ein niðurstøða komin um heilsuverkið.

 

Og felagið krevur, at vit skulu hava trý sjúkrahús, og at tey hava hvør sína leiðslu.

- Við trimum sjúkrahúsum,  einum norðanfyri, einum sunnanfyri og einum mitt í landinum,  er altíð stuttur teinur hjá flestu føroyingum til nærmasta sjúkrahús, staðfestir Norðoya Tjóðveldisfelag

 

Felagið sigur, at Klaksvíkar Sjúkrahús er ein týðandi partur av menningini í einum stórum parti av Føroyum.

 

Norðoya Tjóðveldisfelag mælir tí staðiliga til at Klaksvíkar Sjúkrahús verður styrkt, heldur enn avlagað.

Samstundis ge felagið landsins myndugleikum púra greitt, at ”í Føroyum skulu vit framhaldandi hava trý vælvirkandi og samstarvandi sjúkrahús við egnum leiðslum”

 

Norðoya Tjóðveldisfelag sigur, at dialýsuviðgerð skal setast á stovn á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, beinanvegin.

- Lívsgóðskan hjá sjúklingunum skal í miðdepilin, og tann veruleiki, at sjúklingar, sum í dag noyðast at brúka fleiri tímar í ferðing til viðgerðir, sum kunnu fáast í nærumhvørvinum, hoyra ikki nútíðini til, sigur Norðoya Tjóðveldisfelag.