Frá 1. januar av verða allar bygdirnar á Kalsoynni partur av Klaksvíkar kommunu. Tað varð greitt í gjár, tá býráðslimir samtyktu samanleggingina av Húsar og Klaksvíkar kommunu. Frammanundan eru Mikladalur og Trøllanes partur av Klaksvíkar kommunu
Hóast samanleggingin ikki verður endalig fyrr enn 1. januar 2017, so boðar Klaksvíkar kommuna frá, at borgarar í Húsum og Syðradali, núverandi Húsar kommuna, fáa valrætt og rætt at stilla upp til komandi býráðsval í Klaksvíkar kommunu.
Við samanleggingin leggjast tvær bygdir aftrat teimum frammanundan sjey bygdunum, ið Klaksvíkar kommuna fevnir um. Tær eru Klaksvík, Norðoyri, Ánirnar, Árnafjørður, Mikladalur, Trøllanes, Svínoy, Húsar og Syðradalur.
Sum partur av samanleggingini verða staðbundnar nevndir settar á stovn fyri báðar bygdirnar.

Mynd: Ingi Sørensen
Klaksvíkar kommuna leggur Kalsoynna undir seg

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen