Heilsunevndin, sum varð sett á stovn í Klaksvíkar kommunu hetta valskeiðið, tók á heysti í 2021 stig til at lýsa og kanna møguleikarnar fyri, hvussu ein møgulig matarskipan kann verða sett í verk á Skúlatrøð.
- Ein arbeiðsbólkur við fjølbroyttari umboðan hevur síðan arbeitt við einum áliti, sum avvarðandi nevndir í býráðnum hava viðgjørt og samtykt. Arbeiðið er nú komið so mikið langt, at søkt verður eftir einum kostfakligum starvsfólki, sum kann samskipa tilgongdina.
Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.
Forkvinnan í heilsunevndini, Annika S. Biskopstø, sigur, at uppgávan hjá starvsfólkinum verður at útvega børnum og ungum fjølbroyttan og heilsugóðan mat. Harumframt verður uppgávan at taka sær av ymiskum praktiskum, eins og at menna ein mat- og máltíðarpolitikk.
- Eg hald tað vera sera umráðandi, at kommunan áhaldandi raðfestir átøk, sum geva børnum og ungum orku og megi í gerandisdegnum.
Annika S. Biskopstø vísir á tann týdning, tað hevur, at børnini eta sunt og kenna seg mett og væl sett, tá tey eru í skúla, soleiðis at tey kunnu brúka orkuna til at læra, mennast, hugsavna seg og vera kreativ.
- Tí gleðist eg um, at heilsunevndin hevur fingið undirtøku at raðfesta eitt átak, sum eg meti eisini viðvirkar til trivnað og menning, samstundis sum tað eisini verður hugsað grønt í mun til gagnnýtslu av mati.
Hon heldur, at tað at hugsa meira umhvørvisvinarligt og burðardygt í mun til matvørur, eisini kann viðvirka til, at størri fokus verður á matvørur, sum longu eru og eisini kunnu dyrkast í nærumhvørvinum.
- Menningin tann vegin styrkir heilt sikkurt eisini felagsskapin og máltíðina og er sosialt heilsufremjandi.
Forkvinnan í heilsunevndini sigur, at talan verður um eitt nýtt og spennandi starv.
- Eg síggi góðar møguleikar fyri menning á hesum økinum, og tí verður tað spennandi at fylgja gongdini, har kostfakligt starvsfólk saman við øðrum í arbeiðsumhvørvinum fara at gera hugskot til veruleika, sigur Annika S. Biskopstø.