Klaksvík hækkar skattin til 22 - Havnin lækkar til 20 prosent

Seinastu býráðssetu tilrættaløgdu vit eina vakstrarætlan fyri Klaksvíkar Kommunu. Henda ætlanin varð framd júst meðan fólkatalið øktist, skattainntøkurnar hækkaðu og arbeiðsloysið lækkaði, fyri at fáa enn meira ferð á góðu gongdina og dynamikkin í býnum og í kommununi allari

 

Tað er alneyðugt fyri ein vinnulívsbý sum Klaksvík, at útreiðslur verða tillaðagar inntøkurnar,  ikki bara í býráðshøpi, men eisini hjá hvørjum einstøkum borgara.

 

Tað er so umráðandi, at vit tryggja at skatturin ikki fer longur upp, tí fyri hvørt prosent skatturin hækkar, verður tað serliga tyngjandi fyri miðal- og láginntøkurnar. Sum býráð, eiga vit at halda aftur við at hækka skattaprosentið og heldur lækka tað, sum varð gjørt, tá ið fíggjarætlanin fyri inniverandi ár varð samtykt.

 

Býráðslimir í samgonguni hava skotið eftir Fólkaflokkinum í sambandi við, at vit hækkaðu skattaprosentið, tá ið Heimið við Vágna varð bygt. Tað vita allir býráðslimirnir, at ein álvarsom orsøk var til hetta.

 

Landsstýrið vildi 1% - endin gjørdist 1/2%

Sum eg fleiri ferðir havi greitt frá, so kravdi Føroya Landsstýri at vit hækkaðu skattin við einum heilum prosenti, um vit í heila tikið skuldu hugsa um at byggja nýtt ellis- og røktarheim. Hetta tí vit vóru so illa fyri fíggjarliga og av tí at kommunuskuldin var yvir einari álíkning. Hóast hetta, so megnaðu vit í samráðingum við landsstýrið, við Jóannesi Eidesgaard sum fíggjarmálaráðharra, at fáa hetta lækkað til eitt hálvt prosent. Vit ivaðust ikki í, at vit fóru at megna tað, sum tíðin eisini vísti. Semja var síðani gjørd, ikki við okkara góða vilja, at hækka skattin við hálvum prosenti. Hetta er tað sum veruliga fór fram.

 

Nú at fara at hækka skattin, enntá ætlandi í fýra ár, nú øll tøl, bæði hækkandi fólkatal og skattainntøkur og lækkandi arbeiðsloysi peika rættan veg, er ikki gondin vit eiga at ganga, eisini serliga nú vit síggja aðrar kommunur ynskja at skattaprosentið verður tað sama, og aðrar lækka tað.

 

Fólkaflokkurin hevur tí skotið upp, at skattaprosentið verður tað sama komandi ár, ella møguliga lækkað, har vit vísa hvussu hetta kann fíggjast. Fleiri uppskot koma til 2. og 3. viðgerð av fíggjarætlanini.

 

Tað er vágaverk at hækka skattaprosentið til 22%, nú vit síggja, at m.a. Havnin kanska leggur upp til at lækka skattaprosentið til 20%.