Í næstu viku, 18. og 19. oktober, fara tey á Norðoya Kunningarstovu at hava stongt. Hesar dagarnar fara tey at brúka til at seta út í kortið fyri komandi tíð.
- Vit fara at tosa um, hvørjum vit serliga skulu leggja okkum eftir - hvussu vit á bestan hátt kunnu hava fokus á hesi økini, og hvussu vit miðvíst kunnu røkka teimum málum, vit seta okkum.
Tað sigur stjórin í Visit Norðoy, Theresa Turiðardóttir Kreutzmann, sum tók við leiðarastarvinum á kunningarstovuni í Klaksvík í mars í ár.
- Vit eru í einum stórum og ótrúliga spennandi øki her í Norðoyggjum, og her eru óendaliga nógvir møguleikar. Her er býur, oyggjar og bygdir, sum á ymiskan hátt eru nógv eftirspurd í ferðavinnuhøpi, bæði millum føroyingar og útlendingar.
Arbeitt verður støðugt við at menna Norðoyggjar í ferðavinnuhøpi.
Theresa vísir á, at Klaksvík við øllum sínum møguleikum sjálvsagt er miðdepilin í Norðoyggjum, men Norðoyggjar er nógv meira enn Klaksvík.
- Kalsoyggin er vorðin eitt ógvuliga eftirspurt ferðamál, og vit hava Kunoynna við sínum stórbari og vakurleika. Norðanfyri hava vit Árnafjørð, Norðdepil, Hvannasund og Viðareiði við teimum møguleikum, sum her eru við gisting, mati og fantastiskari náttúru, og vit hava perlurnar, Svínoynna og Fugloynna.
Stjórin endurtekur, at í Norðoyggjum eru óendaliga nógvir møguleikar.
- Vit hava havt nakrar borgarafundir um ferðavinnu, eitt nú í Kunoy, Kallsoy og á Viðareiði, og vit skulu hava nakrar fundir aftrat.
Hon heldur, at nógv er komið burturúr hesum fundum.
- Tað hevur verið áhugavert at hoyrt, hvat rørir seg kring um í økinum, og vit hava fingið góð hugskot.
Í Visit Norðoy leggja tey stóran dent á, at tilboð skulu skrúvast saman í samráð við tey lokalu á staðnum.
- Tað er ikki uppgávan hjá okkum at gera ting, sum tey lokalu ikki vilja hava. Hetta gevur onga meining, og slík hugskot bera ikki á mál kortini, sigur hon.
Klaksvík hevur nógv at bjóða, bæði við livandi handilslívi, svimjihøll við vælverudepli og á mentanarliga økinum.
Men, við nýggja mentanarhúsinum Varpinum, sum letur upp seinni í hesum mánaðinum, verður Klaksvíkin lyft upp á eitt heilt annað støðið, enn vit kenna í dag.
Theresa vísir á, at her verða allir hugsandi møguleikar við bæði ráðstevnum, konsertum og mongum øðrum tiltøkum í hølum, har aukustikkurin er framúr.
- Her fer Klaksvíkin at kunna bjóða seg fram á øllum pallum.
Nú byggingin av nýggjum hotelli eisini fer í gongd, fer Klaksvíkin at kunna bjóða seg fram á heilt øðrum støði enn áður.
- Ítróttarhøllin og svimjihøllin við sínum vælverudepli eru fantasisk til síni endamál, og tað eru kappróðrarneystið og onnur høli í býnum eisini, men við mentanarhúsi og nýggjum hotelli fær býurin heilt aðrar møguleikar, sigur stjórin í Visit Norðoy.
Á Visit Norðoy eru tey eisini farin at arbeiða við at seta saman eitt «produktkatalog» - ella eina vøruskrá - fyri alt, sum gongur fyri seg í Norðoygjum við atliti til ferðavinnu.
- Vit ætla, at veitarar av ymiskum slag í Norðoyggjum skulu sleppa við í hesa skrá, sum eisini verður talgild. Her skal bera til at síggja, hvørji útboðini og tænasturnar eru í okkara øki – antin talan er um gongutúrar, siglitúrar, handils-og mentanarlív, heimablídni, mat og frítíðaraktivitetir, sigur Theresa Turiðardóttir Kreutzmann.











