Tað verður skrúvað og borað av lívsins kreftum, nú seinastu fyrireikingarnar til Summar Festivalin skulu fáast frá hondini.
Bæði við havnarlagið og á kampingøkinum er fullsett við fremmandum gestum, og pallar, tjøld og básar annars hava nú tikið skap, so alt er klárt, tá fyrstu nøvnini fara á pallin í annaðkvøld. Tá verður høvuðsnavnið danski Lukas Graham, og tað í sjálvum sær boðar frá einum sonnum braki, longu fyrsta kvøldið á festivalinum.
Myndamaðurin, Anton Højgaard, var fyrr í dag runt á festival-økinum, og niðanfyri sæst myndatema við nøkrum av myndunum, sum hann tók.