Arbeiðsbólkurin, sum býráðið setti at gera tilmæli um bygging av nýggjum skúla í Klaksvík, er nú liðugur við fyrsta part av sínum arbeiði, og málið verður nú lagt fyri avvarðandi nevndir og býráðið til støðutakan.
- Vit fara at fáa ein fantastiskan stovn við stórum skúlastovum á 60 fermetrar, við stórari matarhøll, og har hølir til Serskúlan eisini verða bygd sum partur av 1. byggistigi, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum fegnast um, at hetta stórmálið nú er komið so langt.
1. byggistig kostar 100 mió. kr. – liðugt í 2018
- Vit í býráðsmeirilutanum hava sett okkum fyri, at nú skal skúlin raðfestast sum nummar eitt í Klaksvíkar Kommunu, og tí er stór orka hesar seinastu mánaðirnar løgd í at fyrireika hesa bygging.
- Fyrsta takið var at finna greiðu á bygnaðinum, har úrslitið gjørdist, at býráðið í apríl samtykti ein felags skúlabygnað í Klaksvík. Síðani hava vit miðvíst fyrireikað sjálva byggingina, og tað er hetta, sum nú verður lagt fyri býráðið, so byrjast kann at prosjektera og tekna sjálvan skúlan, sigur borgarstjórin.
Fyrsta byggistig, sum fer í gongd í næstum, er kostnaðarmett til umleið 100 mió. kr. og verður liðugt í 2018. Hetta byggistigið fevnir um: Ÿ Heimaøki, 1.-9. flokk, Ÿ Serskúla, Ÿ Felagshøll við tænastudepli og matarhøll og Ÿ Útiøki/skúlagarð v.m.
Raðfesta serskúlan sum ein inkluderaðan part av skúlanum
-Eitt av økjunum, har Klaksvíkar Kommuna seinastu árini hevur lagt orku í at menna, eru tilboðini og tænasturnar til tey, sum hava serligar avbjóðingar.
-Ein týðandi partur av hesum er Serskúlin, ið vit sum kommuna vilja raðfesta sum ein inkluderaðan part av skúlanum í Klaksvík, og tí hava vit tey hølini við í fyrsta byggistigi, slær borgarstjórin fast.
Seta spakan í til skúlagarðin í ár
Ein annar partur av skúlanum, har umstøðurnar ikki eru nøktandi í dag, og sum vit tí vilja raðfesta, er skúlagarðurin og útiøkini kring skúlan. Tí er umráðandi at gera nakað við skúlagarðin beinanvegin, og vilja vit byrja upp á partar av honum longu í ár, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
Samanumtikið hava vit valt at byggja 4 spor, bæði fyri at skapa karmar fyri fjørbroyttari undirvísing og fyri ikki at renna okkum í ov trongar karmar komandi árini. Eitt nú verða møguleikar at hava tvílæraraæraraskipan inni í skúlanum og at veita eina góða undirvísing.
Hækka kommunuskattin 0,5% í byggitíðini
- Vit vilja gjalda niður skuld, og tí velja vit at hækka kommunskattin eitt hálvt prosent, sum burturav fer til at fíggja hesa týðandi skúlabygging.
- Á henda hátt er gjørligt – samstundis sum vit byggja og gjalda nýggja skúlan – at gjalda niður skuld, so kommunan er væl fyrireikað fíggjarliga til komandi tíðir, tá ið inntøkurnar kanska ikki verða eins høgar og í dag.