Klaksvík bjóðar til tiltak á Christiansborg

Í dag klokkan 16 bjóðar Klaksvíkar kommuna útisetum vælkomnum til forkunnuga framsýning og framløgu á Christiansborg.

Tiltakið er komið í lag, eftir at danskir fólkatingslimir vóru á vitjan hjá Klaksvíkar kommunu í september 2021.

 

- Tá varð eitt nú vitjað í Christianskirkjuni og í verkstovuni hjá Edwardi Fuglø, sum tá legði síðstu hond á myndlýsingar til eina danska týðing av Fuglakvæðinum.

 

Fólkatingslimurin, Rasmus Horn Langhoff, var sera hugtikin av listini hjá Edwardi Fuglø og hevur síðan vitjanina samskift við kommununa um at fáa í lag at vísa hesi listaverk fram á Christiansborg.     

 

Nú avtalan er komin í lag, hevur Rasmus Horn Langhoff eisini boðið Klaksvíkar kommunu at luttaka.

 

Í hesum sambandi skipar kommunan í dag fyri einum tiltaki á Christiansborg, har umboð fyri kommununa eftir ferniseringina fara at hava eina framløgu um møguleikar og tilboð í Klaksvíkar kommunu.

 

- Her verður eisini bjóðað til lætt ábit og eina tónleikaframførslu. Hetta er sostatt ein góður møguleiki hjá lesandi og útisetum annars at fáa eina føroyska uppliving á Christiansborg, siga tey í Klaksvíkar kommunu.

 

Neyðugt er við tilmelding fyri at sleppa inn á Christiansborg, men nú er tilmeldingarfreistin farin, siga tey í Klaksvíkar kommunu.