Klaksvíksstríðið á Norðurbryggjuni

Í fleiri ár hevur danski listamaðurin, Claus Carstensen, samstarvað við væl kenda føroyska verkstaðin Steinprent í Tórshavn.

 

Á einum lítlum steinprentaðum blaði frá tí fyrsta arbeiðstíðarskeiðinum í 2002 er tað bæði í yvirskrift og innihaldið ein rættiliga beinrakin lýsing av einari djúpari og lagnutungari ósemju millum Føroyar og Danmark í 1950’unum, sum bleiv kend sum Klaksvíksstríðið.

 

Føroyska Kinna Poulsen hevur sett saman framsýningina, Klaksvíkshendingar, við íblástrið úr tí steinprentaða blaðnum og við støði í ta grafisku framleiðsluni hjá Claus Carstensen á Steinprent.

 

Fullfíggjað við øðrum verkum hjá listamanninum verða hesi steinprent at síggja á Norðurbryggju.

 

Vald-máttloysi, ágangur-mannminkan, land og samleiki eru evni, ið eru avgerandi fyri verkini hjá Claus Carstensen, og í teimum framsýndu verkjum verða hesi evni sett í samanhang við søguliga ósemjuna millum Føroyar og Danmark.

 

Framsýningin verður í tíðarskeiðinum 4. mai til 11. august.